1. Gud

Vit trúgva, at Gud er ævigur, almáttugur og kærleiksfullur, og at Hann hevur opinberað seg sum Faðir, Sonur og Heilagur Andi.

2. Bíblian

Vit trúgva, at Bíblian er innblást av Gudi og er hægsti myndugleiki í øllum viðurskiftum.

3. Jesus Kristus

Vit trúgva, at Jesus Kristus er Sonur Guds og varð føddur av moyggj. Bæði Gud og  menniskja. Vit trúgva, at menniskjað er føtt í synd og er burtur frá Gudi. Bert við trúgv á Jesus Kristus kunnu vit fáa syndafyrigeving og ævigt lív.

5. Heilagi Andin

Vit trúgva, at Heilagi Andin býr í øllum trúgvandi og virkar heilaggering, leiðslu, styrki og gávur til tænastu.

6.  Samkoman

Vit trúgva, at samkoman er likam Kristusar, har øll endurfødd eru partur av likaminum. Vit eru kallað at samlast í navni Jesusar.

7. Dópurin og breyðbrótingin

Vit trúgva, at dópur hins trúgvandi er við niðurdýping eftir játtan um persónliga trúgv á Kristus sum frelsara. Vit halda breyðbrótingina regluliga til minnis um Jesu deyða, sum Hann sjálvur hevur boðið okkum at gera.

8. Framtíðin

Vit trúgva, at Jesus kemur aftur fyri at taka sína samkomu heim til sín.  Tey, sum trúgva, skulu vera við Honum í allar ævir.